Terje Joensen koyrdi seinasta vikuskifti í Cadwell Park, sum liggur í norðara partinum av Lincolnshire. Terje hevur fleiri ferðir áður koyrt á hesi breytini, og tí vóru vónirnar um eitt gott úrslit avgjørt til staðar. Fleiri trupulleikar vóru tó longu fyrsta dagin, men ein hampuligur leygardagur gjørdi tó, at hann vann seg upp sum n ummar 10 áðrenn startin. Longu eftir fyrsat umfarið vann hann seg trý pláss fram, men tá hann skuldi royna eina yvirháling, gekk galið. Terje var vitleysur eina løtu, og hann varð koyrdur á sjúkrahús. Seinni varð tó staðfest, at Terj ikki hevði fingið nakað álvarsligt mein av hendingini.










