KAPPKOYRING
– Hetta er ikki ein møguleiki, sum tú fært fleiri ferðir, skrivar Terje Joensen, í einum telduposti, hann hevur sent til føroysku fjølmiðlarnar.
Terje Joensen ger í sama telduposti greitt, at talan ikki er um sjálvt Moto GP, har heimsins bestu kappkoyrarar royna seg, men ein stuðulsbólk – ella ein sokallaðan support class – sum tó er sama dag sum undankappkoyringin og sjálvt kappkoyringin verður.
Tað eru tó í mesta lagi 30 koyrarar, ið fáa møguleikan at koyra í hesum stuðulsbólkinum, har koyrt verður á motorsúkklum við 600 kubikum og Terje Joensen er millum teirra.
Ikki rokna við hesum
Sjálvt Moto GP er heimselitan í motorsúkklukappkoyring. Motorsúkklurnar, ið verða brúktar her eru prototypur og hava 240 hestakreftir, viga 145 kilo og toppferðin á ávísum breytum er 330 kilometur um tíman.
– Moto GP er ein elitubólkur, har einans eini 20 mans úr øllum heimium eru nóg góðir at luttaka, greiðir Terje Joensen frá. Millum hesar mans eru eitt nú Valentino Rossi, Colin Edwards og Loris Caparossi.
– Eg hevði ongantíð í lívinum rokna við at vera á somu breyt sum hesir menn, so eg má siga, at hetta er eitt sindur óveruligt, sigur Terje Joensen, sum hóast stóru avbjóðingina við at koyra support class, er rættiliga eymjúkur.
– Valentino Rossi og hinir koyra í sjálvum Moto GP. Tað skal eg ikki nú og tað komi eg neyvan til at gera, skrivar Terje Joensen í telduposti til Sosialin hósdagin.
Trupult at meta um
Hann er kortini sjálvur serstakliga spentur til sína koyring, og at vera á Donington Park saman við hinum luttakarunum.
– Tað er ringt at siga, hvussu eg fari at standa meg, tí eg havi ongantíð áður kappast á Donington. Einaferð fyri langari tíð síðani vandi eg tó har, men eg kenni faktiskt ikki breytina, so tað verður sera tungt, men sjálvandi fari eg at gera mítt besta, skrivar Terje Joensen.