Í frælsu ítróttarleguni fegnast tey stórliga. Millum stóru løturnar í dag var bronsuheiðursmerki, ið Teresa Fríðriksdóttir Bláhamar vann í hæddarlopi á oyggjaleikunum í Gibraltar.
Pápin, Fríðrikur hevur fingið staðfest, at eingin føroysk kvinna hevur áður kappast í hæddarlopi á oyggjaleikunum í Gibraltar, og tað setur flotta bronsuheiðursmerkið í perspektiv.
Teresa Fríðriksdóttir Bláhamar og Amy Davis úr Orknoyggjunum javnar við hæddini 1:56 metrar tá kappingin var liðug, og tí fingu báðar bronsu.
Teele Treiel úr Saaramaa vann við 1.74 metrum. Lucy Holden úr Hetlandi gjørdist nummar tvey við 1.59 metrum.