Tepurt tap til TB

Aðru ferð innan fimm dagar máttu teir hjá TB taka til takkar við teprum tapi móti einum av sterkastu liðunum í landinum


 

TB-B36 1-2 (0-2)


Løgmanssteyp


Sum einasta av teimum trimum »stóru« liðunum í bólki tvey hevði B36 ikki tryggjað sær víðari luttøku, áðrenn farið var í holt við seinasta dystin.

Hetta eydnaðist tó ? sum roknað varð við - B36 at tryggja sær á Sevmýru, men ivaleyst høvdu tey flestu roknað við einum tryggari sigri enn 2-1.


Í lagi

Sum skilst av Tvøroyri royndi TB í størstan mun at verja fyri, at ov nógv B36 mál skuldu fara inn, men tvørámenn høvdu tó eisini sínar møguleikar. Eitt nú misnýttu teir sera góðan møguleika, tá støðan var 1-0, men sum heild verður kortini sagt, at B36 átti sigurin uppibornan.

Fyrra málið hjá B36 skeyt Jens Kristian Hansen, meðan John Petersen økti um munin við brotssparki. Seinasta málið í dystinum var eisini brotsspark, og var tað Zoran Mancic, sum setti hetta í málið.