Á pappírinum var lagt upp til eina føroyingauppgerð í Aarhus í næstbestu donsku hondbóltsdeildini í dag.
Tað bleiv av ongum tá Aarhus uttan Teis Horn Rasmussen og Peter Krogh vann 29-28 á FIF, ið bert hevði tveir av fýra føroyingum á liðnum í dag. Í steðginum var Aarhus á odda 16-11.
Leivur Mortensen (myndin) og Janus Dam Djurhuus skutu tvey mál hvør fyri FIF. Jónas G. Djurhuus og Bogi Hansen vóru ikki við FIF í dag.
Aarhus er næstfremst í deildini við 27 stigum. Liðið hjá Paula Jacobsen, HØJ er fremst við 30 stigum.
FIF er nummar átta við 14 stigum.