Tepurt tap á Tórsvølli

U-21 landsdystur: Eftir stórt málverjukiks og 2-0 svaraðu føroyingar aftur og pressaðu síðstu løtuna fyri at javna

LIÐUGT

Tað endaði við 2-1 tapi, tá ið Føroyar seinnapartin á Tórsvølli spældu U-21 landsdyst ímóti Norðurmakedonia.

Gestirnir vóru frammanfyri 1-0 eftir fyrra hálvleik. Málið skoraðu teir eftir stórt korter, tá ið teir fyri fyrstu ferð spældu seg til góðan málmøguleika.

Fyrstu løtuna eftir steðgin var føroyski verjuparturin ógvuliga jánkasligur, og tað var mest sum eitt undur, at tað ikki eydnaðist gestunum at økja um leiðsluna.

So fótaðu føroysku spælararnir sær. Liðavrikið varð væl betur, verjan var sum begrið, miðvøllurin vann nærdystirnar, og í fleiri støðum var talan um góðar støður og vandamikil álop.

Og tá ið tað lá í luftini, at tað skuldi eydnast at javna, øktu gestirnir um munin til 2-0. Føroyski málverjin gjørdi stórt mistak, tá ið hann gav einum av mótstøðumonnunum bóltin, og hesin takkaði fyri og trillaði bóltin í tóma málið.

Tá restaðu tað tíggju minuttir, men føroyingar fullu ikki í fátt, og fýra minuttir seinni eydnaðist tað at minka um munin. Petur Knudsen, sum var millum teir eyðsýndastu, sneiddi inn úr vinstru, og av brotsteigarmarkinum og umvegis beinið á mótstøðumanni sendi hann bóltin í málið. So var 2-1, og síðstu minuttirnar pressaðu føroyingarnir fyri at javna.

Talan var um fleiri spentar støður í brotsteiginum, men tað eydnaðist ikki at fáa bóltin í málið hjá gestunum, sum dillaðu og drálaðu og drálaðu, uttan at norski dómarin vísti teimum gula kortið. Tað gjørdi hann tó, tá ið vanliga leiktíðin var farin. At dómarin bar seg soleiðis at var avgjørt ikki føroyingunum til fyrimunar.

2-1 tap á Tórsvølli var væl betur úrslit enn á útivølli, tá ið Norðurmakedonia vann 7-1. Men tá ið avrikið og úrslitið hjá føroyska liðnum ímóti Ísrael í síðstu viku (3-1 sigur) verður havt í huga, so ber tað ikki til at siga annað, enn at tað í føroysku leguni kennist at vera vónbrot, at tað eftir góða avrikið í seinna hálvleiki endaði við 2-1 tapi.

 Í oktober skulu Føroyar spæla tveir dystir á heimavølli. 

Hósdagin 8. oktober vitja sponsku heimsstjørnurnar, og týsdagin 13. oktober verður dystur ímóti Montenegro.

 

Føroyar - Norðurmakedonia 1-2 (0-1)

U-21 landsdystur

 0-1: Milan Ristovski 16.

0-2: Kristjan Ackovski 80.

1-2: Petur Knudsen 85.

Føroyar: Rói Mørk Hentze – Ari Olsen, Bjarni Petersen, Samuel Johansen Chukwudi, Andri Benjaminsen – Lukas Giessing (Steffan Løkin, 85.), Magnus Holm Jacobsen, Stefan Radosavljevic (Ragnar Samuelsen, 85.), Pætur J. Petersen – Jonn Johannesen, Petur Knudsen  

 

--

75 min.

Tað restar eitt korter, og støðan er framvegis 1-0 til Norðurmakedonia á Tórsvølli, har tað er U-21 landsdystur millum Føroyar og Norðurmakedonia.

Fyrsta løtan eftir steðgin var føroyska verjuspælið sera lítið sannførandi.

Síðani hava føroyingarnir av álvara fótað sær. Verjuspælið er trygt, og álopini skola støðugt fram ímóti málinum hjá gestunum, sum stríðast við at halda tørn um tepru leiðsluna.

Føroyingar hava verið í fleiri góðum støðum, og talan hevur verið um onkrar góðar møguleikar, men tað hevur ikki enn eydnast at fáa mál.

 

 

---

55 min.

Í løtuni er U-21 landsdystur á Tórsvølli. Føroyar hava vitjan av Norðurmakedonia. Fyrsta bríksl var klokkan 14, og nú eru tíggju minuttir farnir av seinna hálvleiki.

Hálvleiksstøðan var 1-0 til gestirnar. Málið skoraði Milan Ritovski í 16. minutti.

Í síðstu viku eydnaðist tað at venda 1-0 til Ísrael og til 3-1 sigur til Føroya.

Fyrsta lítla løtan eftir steðgin bendi einki á, at tað aftur í dag skal eydnast. Føroyska verjuspælið hevur verið sera lítið sannførandi, og tað er meiri lukkan enn forstandið, sum er orsøk til, at gestirnir ikki hava økt um leiðsluna.

 https://www.in.fo/myndasavn/

Føroyar - Norðurmakedonia (0-1) kl. 14.00

Føroyar: Rói Mørk Hentze – Ari Olsen, Bjarni Petersen, Samuel Johansen Chukwudi, Andri Benjaminsen – Lukas Giessing, Magnus Holm Jacobsen, Stefan Radosavljevic, Pætur J. Petersen – Jonn Johannesen, Petur Knudsen