Føroyska A-landsliðið tapti í kvøld venjingardyst ímóti Íslandi, sum varð leiktur í Laugardali í Reykjavík.
Fyrri hálvleikur var ógvuliga tamur við fáum málmøguleikum. Einastu føroysku skotroyndina átti Jóan Símun Edmundsson umvegis eitt langskot, meðan Ísland hótti við trimum stútarum, sum Gunnar Nielsen tók sær av. Fyrri hálvleikur var hóskandi málleysur.
Í seinna halvleiki varð íslendski stjørnuleikarin, Eiður Smári Gudjohnsen, settur á vøllin, og gav hann íslendska álopsspælinum nýtt hugflog. Tað var eisini hann, sum legði upp til einasta málið í dystinum, tá ið hann hegnisliga spældi til Birkir Bjarason, sum leysur í málteiginum sendi bóltin í málið til 1-0. Málið kom í 65. minutti.
Løtuna, sum eftir var, komu nógvir málmøguleikar – teir størstu og flestu til Ísland, har serliga Kolbeinn Sigtórsson man iðra seg. Pól Jóhannus Justinussen fekk eisini ein góðan málmøguleika stutt fyri leiklok, men Ragnar Sigurðsson tveitti seg í evstu løtu og bjargaði Íslandi frá javnleikinum.
beinleiðis frásøgnina, vit høvdu frá dystinum, niðanfyri:
Ísland - Føroyar 1-0 (0-0)
1-0: Birkir Bjarnason, 65.
.....
Liðugt: Ísland vann uppibornan 1-0-sigur.
93min.: Nei, nei, nei, Kolbeinn! Hálvan minutt seinni misýtir hann aftur risa møguleika. Hesaferð lyftir hann bóltin upp um bæði Gunnar Nielsen og málið - hóast hann er púra leysur.
92min.: Kolbeinn Sigtórsson ger aftur um seg. Hesaferð misnýtir hann úr 10 metrum eftir frálíkt smáspæl við tveir liðfelagar.
90min.: Tríggir minuttir eru lagdir afturat vanligu leiktíðini.
89min.: Risa møguleiki til Føroyar! Pól Jóhannus Justinussen stóð leysur í feltinum eftir frálíkt innlegg úr høgru, men Ragnar Sigurðsson tveitti seg í evstu løtu og vardi fyri skotinum.
87min.: Atli Gregersen fær gult kort fyri at steðga Kolbeinni Sigtórssyni.
82min.: Leif Niclasen verður settur á vøllin í staðin fyri Christian R. Mouritsen.
80min.: Dysturin er farin í tómgongd. Nógv spæl fyrigongur seg á miðum vølli og verjurnar verja fyri tí, sum fyri teimum kemur.
71min.: Risa møguleiki til Ísland. Jóhann Berg Guðmundsson rennur púra einsamallur mótvegis málinum, men tá ið hann nærkast Gunnari Nielsen skjýtur hann bóltin langt upp um málið.
69min.: Hallur Hansson roynir seg við langskoti eftir frálíkt føroyskt álop, men somikið illa rakar hann bóltin, at hann fer út til innkast.
68min.: Páll A. Klettskarð og Pól Jóhannus Justinussen eru komnir á vøllin fyri Jóan Símun Edmundsson og Arnbjørn Hansen.
65min.: MÁÁÁÁÁL! 1-0 til Ísland. Eiður Smári Gudjohnsen spælir til Birkir Bjarnason í málteiginum, haðani hann sendir bóltin í málið til 1-0.
59min.: Tveir risa møguleikar til Ísland! Fyrst stórbjargar Gunnar Nielsen á sjálvari málstrikuni, og síðani stútar Afreð Finnbogason við síðuna av málinum. Tað stendur á gomlum føroyskum nøglum, nú teir royna at fóta sær aftur.
52min.: Frálíkt føroyskt álopsspæl. Innlegg frá Halli Hanssyni endar við, at Jóan Símun Edmundsson gerst leysur og fær bóltin mótvegis høvdinum, men ov ovarliga liggur hann og toftamaðurin fær ikki tamarhald á bóltinum.
49min.: Nýtt hugflog er komið í íslendska álopsspælið við Eiðuri Smára Guðjohnsen. Hann er snúningsdepil í álopi, sum endar við einum miseydnaðum langskoti.
46min.: Ísland hevur framt tvær útskiftingar. Ragnar Sigurðsson og Eiður Smári Guðjohnsen eru komnir á vøllin í staðin fyri Sølva Ottesen og Emil Hallfreðsson.
Hálvleikur: Ein linligur fyrri hálveikur er at enda komin. Føroyar hava havt eina skotroynd. Hana átti Jóan Símun Edmundsson. Ísland hava havt tríggjar royndir við stútarum, men bara í eina førinum var vandi á ferð - Gunnar bjargaði tó væl.
43min.: Ísland er fyri tað mesta á bóltinum, men tað spyrst lítið vandamikið buturúr hjá teimum og føroyska verjan hevur tamarhald á støðuni.
38min.: Jóhann Berg Guðmundsson roynir seg við einum dundurskoti, men beint framvið føroyska málinum.
35min.: Aftur roynir Ísland seg við stútara eftir hornapark. Kári Árnason fær ikki nóg mikla ferð á stútaran og Gunnar Nielsen bjargar aftur trygt.
32min.: Risa møguleiki til Ísland! Birkir Bjarnason fær eitt innlegg beint í pannuna, men Gunnar Nielsen stórbjargar stútaranum úr stuttari fjarstøðu.
27min.: Kolbeinn Sigtórsson roynir seg við skoti úr góðari støðu,men hann fer ein metur upp um málið.
23min.: Ísland roynir seg við stútara eftir hornasparksinnlegg, men Gunnar Nielsen bjargar trygt.
22min.: Hallur Hansson hevur fingið ein snudd í høvdið og fær viðgerð. Hann er komin aftur á vøllin.
18min.: Rógvi Baldvinsson fær gult kort fyri at hava gjørt eithvørt óregluligt mótvegis Kolbeinn Sigtórsson í luftdysti.
16min.: Ísland er um reppið at spæla seg púra leysar, men fríspark verður gjørt ímóti Rógva Baldvinsson. Gunnar Nielsen gevur verjuni hjá sær nøkur borgarlig orð.
10min.: Ísland fer í mótálop, men seinasta spælingin miseydnast.
9min.: Sanniliga smæðast Føroyar ikki burtur hesa fyrstu løtuna - og tað als ikki Jóan Símun Edmundsson, sum vinnur sær fríspark frammarliga á vøllinum.
6min.: Tað eru Føroyar, sum enn hava havt fyrstu royndina, men Ísland hevur mesta spælið.
4min.: Jóan Símun Edmundsson roynir seg við langskoti, men tað fer nakað framvið málinum.
Byrjunaruppstillingar
Føroyar: Gunnar Nielsen – Jónas Tór Næs, Atli Gregersen, Rógvi Baldvinsson, Viljormur Davidsen – Christian R. Mouritsen, Fróði Benjaminsen, Heini Vatnsdal, Hallur Hansson – Jóan Símun Edmundsson, Arnbjørn Hansen.
Ísland: Gunnleifur Vignir Gunnleifsson - Hallgrímur Jónasson, Sölvi Geir Ottesen, Jóhann Berg Guðmundsson, Birkir Bjarnason - Alfreð Finnbogason, Kári Árnason, Helgi Valur Daníelsson, Kristinn Jónsson - Emil Hallfreðsson - Kolbeinn Sigþórsson