Tepurt tap í Finlandi

EB/Streyma ferðalagið kemur aftur úr Finlandi við 1-0 tapi í viðførinum. MyPa skoraði einsamalla málið miðskeiðis í 2. hálvleiki.

Uppgávan hjá EB/Streymi var fyrst og fremst at verja. Í 1. hálvleiki kom einki mál. Eftir steðgin gjørdist trýstið á málið hjá René Tórgarð uppaftur størri, og miðskeiðis í 2. hálvleiki fingu teir hol á.

At munurin bara gjørdist 1-0 ber við sær, at EB/Streymur hevur møguleika at gera um seg, tá ið teir um eina viku fáa finska vitjan.

Møguleikarnir kundu havt verið uppaftur betri, um tað í síðstu løtu hevði eydnast Sorin Anghel at spæla Arnbjørn Hansen púra blankan.