VIDEO: Føroyar-Eysturríki 28-30 (14-14) - samandráttur

(Video) Føroyska liðið avrikaði væl, men teir víðagitnu marginalarnir vóru ikki við

Eysturríki var liðið úr ovasta styrkisbólkinum, og Eysturríki var greiður favorittur hjá veddingarfyritøkunum, men sannleikin er, at eysturríkarar skulu vera fegnir um, at teir koma úr Føroyum við einum 30-28 EM-undankappingarsigri. 

 

Føroyska liðið gav eysturríkarum ein skarpan gang allan dystin, og tað var ikki fyrrenn heilt móti endanum, at eysturríkarar fingu staðfest sigurin.

 

Verjan stríddist manniliga, og Óli Mittún gekk á odda í álopspartinum. Pauli Jacobsen bjargaði 11 av 40 málroyndum, og Nicholas Satchwell bjargaði einum brotskasti tá boð vóru eftir honum. 

 

Føroyar – Eysturríki 28-30 (14-14)

 

Føroyar : Óli Mittún 7, Hákun West á Teigum 5, Teis Horn Rasmussen 4, Leivur Mortensen 4, Vilhelm Poulsen 3, Tróndur Mikkelsen 3, Pauli Mittún 1, Helgi H. Hoydal 1.

 

Eysturríki : Lukas Hutecek 8, Robert Weber 7, Mykola Bilyk 4, Boris Zivkovic 3, Sebastian Frimmel 2, Lukas Herburger 2, Elias Kofler 2, Tobias Wagner 1, Lukas Schweighofer 1.

 

Rumenia vann í okkara undanbólki 34-26 (18-14) á Rumenia á heimavølli. 

 

Støðan er, at Eysturríki hevur fýra stig, Rumenia og Ukraina hava tvey stig, og Føroyar eru aftast við ongum stigi. 

 

8. mars leika Føroyar móti Rumenia á heimavølli, og 11. mars verður leikt móti Rumenia á útivølli. 

 

HER ber til at síggja ein samandrátt frá Eurohandball av dystinum millum Føroyar og Eysturríki: 

##med2##