Fyrr í dag bleiv dystur spældur í Hvonndeildini ímillum VB og Kyndil í høllini í Vági.
Hóast rættiliga nógv stig skilja hesi lið í landskappingini, so gjørdist talan um ein sera spennandi dyst. Í fyrra hálvleiki var munurin ongin, tí at hálvleiksstøðan gjørdist 10-10. Í seinna hálvleiki dróð Kyndil annars frá heimaliðnum - eftir 46 minuttir var støðan 18-13 til Kyndil. Kyndilskvinnur vóru eisini á odda 20-15, men so byrjaði VB at taka bíta frá sær og minka um málmunin. Heilt spennandi gjørdist tað ímóti dystarenda, har VB næstan megnaði at stjala stig frá favorittunum úr høvuðsstaðnum, men kortini vann Kyndil ein tepran sigur - 22-21.
Málskjúttarnir í dystinum vóru hesir:
VB: Danijela Mistric 6, Ingrida Kuodyte 6, Gurið K. Mortensen 4, Rúna M. Jacobsen 4 og Carol Symphor 1.
Kyndil: Turið Arge Samuelsen 7, Anna Brimnes 6, Irena Dam 4, Gudrun Restorff 4 og Bára Krossteig Hansen 1.










