Tepur sigur til oddaliðið

EB/Streymur hevði greitt tak á AB allan fyrra hálvleik, og vóru eisini á odda. Men eitt skjótt mál frá AB og ein útvísing av Rafal Kwiecinski gjørdu, at oddaliðið kom undir eitt stórt trýst frá uppflytarunum

AB 2 bóltar

EB/Streymur 3 bóltar


Arnbjørn Hansen, Sorin Anghel og Hans Pauli Sameulsen vóru vandamestu menninir hjá EB/Streymi í fjør, tá teir í landskappingini gjørdu 11 mál hvør. Hesir stóðu allir við síðulinjuna í gjár, og eygleiddu sínar liðfelagar á vøllinum, sum høvdu gott tak á heimaliðnum allan fyrra hálvleik, men komu undir eitt øgiligt trýst móti dystarenda.

Men trýst er ikki tað sama sum málmøguleikar, so hóast pressi var stórt kring brotsteigin hjá EB/Streymi tað seinasta korteri, megnaðu argjamenn ikki at spæla seg til nakran upplagdan málmøguleika.

Hetta var eisini galdandi fyri allan dystin sum heild. AB hevði trupult við at skapa nakrar upplagdar kjansir. Tí royndu teir seg við longum og høgum bóltum niðan í álopið, men hesar tóku Marni Djurhuus og Egil á Bø sær av á besta hátt.

Hinvegin hevði EB/Streymur nakrar naskar royndir, umframt at teir fingu tvey mál. Og tá teir eisini vóru spælstýrandi stóran part av dystinum ber til at staðfesta, at tað var ein uppiborin sigur, teir fingu á Argjum í gjár.


Kundu avgjørt eftir hálvum tíma

Fyrri hálvleikur var hálvrunnin, tá EB/Streymur fekk hol á. Gert Hansen tveitti innkast inn í brotsteigin, sum Hanus Eliasen leingir við høvdinum. Við handaru stong stóð vælleikandi John Heri Dam, sum við pannuni stýrir bóltin í netið.

Áðrenn hetta hevði Gert Hansen ávarað Danny Rasmussen í málinum, tá hann royndi seg við stútara, sum málverjin tók við eini góðari bjarging. Og stutt eftir máli vóru aftur boð eftir avloysaranum hjá Magnus Poulsen, tá Leif Niclasen stríddi seg til eitt brotsspark. Ronnie Samuelsen tók sær av hesum, men Danny Rasmussen var í fullari longd og vardi fyri skotinum.

Hevði bólturin sitið í netinum, er lætt at hugsa, at so var leyst og liðugt. Uppflytararnir aftanfyri við tveimum málum eftir hálvum tíma móti oddaliðnum, og mótbrekkan hevði verið ógvuliga tung.

Men Danny Rasmussen helt liði sínum inni í dystinum, og beint eftir steðgin var AB brádliga við aftur av álvara, tá Hendrik Rubeksen fekk bóltin í netið.

Ronnie Samuelsen missir bóltin mitt á vøllinum, og Súni Fríði Barbá sendir Bjarna Jørgensen avstað. Kviki vongurin leggur bóltin inn í brotsteigin, har Hendrik Rubeksen tveitir seg fram og beinir bóltin í netið.

Tað gekk tó ikki meiri enn eitt korter, áðrenn EB/Streymur hevði svarað aftur. Teir áttu hornaspark, og bólturin varð sendur fyri føturnar á Bárði Olsen. Hann stóð við brotsteigarmarkið, og sendi bóltin flatt í máli við handaru stong.

Eitt frálíkt mál, sum AB tó kundi vart fyri, við at sett ein mann at dekka Bárð.


Útvísing trýsti oddaliðið

Tá eitt korter restaði av dystinum, fekk Rafal Kwiecinski sítt næsta gula kort. AB var so smátt byrja at leggja trýst á EB/Streym, og eftir útvísingina av póllendinginum vaks trýstið á René Tórgarð í EB/Streyma-málinum øgiligt.

EB/Streymur royndi bara at verja borg, og argjamenn løgdu alt fyri at fáa eitt stig burtur úr dystinum. Hetta skuldi tó ikki eydnast teimum, tí hóast stórt trýst, var trupult hjá teimum at koma ígjøgnum. Tískil endaði dysturin eisini við einum sigri til EB/Streym. Ein tepur, men samanumtikið uppiborin sigur á uppflytarunum, sum komandi vikuskiftið ætla sær trý stig, tá VB/Sumba vitjar. Tað er neyðugt, um argjamenn ikki heilt skulu missa sambandið við liðini omanfyri seg á stigatalvuni.

Við eitt sindur av hepni og neyvleika hevði AB kunnað fingið meiri burtur úr, men sundalagsmenn fingu strítt seg til ársins fjórða útivallarsigur, so oddasessurin er framvegis teirra.