Uppflytararnir í bestu kvinnudeildini, VÍF, hava fleiri ferðir í ár prógvað, at tær ætla sær ikki niður aftur í 2. deild fyribils, heldur tvørturímóti. Vestmannakvinnur síggja út til at fara og blanda í stríðið um heiðursmerkini, tá ið kappingarárið fer at halla.
Tá ið Neistin kom á vitjan í Vestmanna leygardagin, vóru tað nógv, sum við spenningi høvdu sæð fram til júst henda dystin. Neistakvinnurnar eru steypavinnarar, og tær sótu leingi á trónuni í føroyskum kvinnuhondbólti.
Tað gekk rættuliga javnt á í fyrra hálvleiki. Liðini fylgdust væl fyrstu løtuna, men so fór Neistin fram um við einum og tveimum málum, og ikki fyrr enn 10 minuttir vóru eftir av hálvleikinum, kom VÍF upp á javnleik og fekk lagt seg á odda 11-10.
Eftir hetta sovnaði heimaliðið fullkomiliga, og tað sum eftir var av hálvleikinum, fingu Neistakvinnurnar seks mál, meðan VÍF einki fekk. Tískil kundi Neistin fara til hálvleiks við eini leiðslu uppá fimm mál, 16-11.
Tað tóktist hesa løtuna, sum um VÍF fullkomiliga hevði mist konsentratiónina, meðan Neistin helt høvdið kalt.
Tættari aftur
VÍF byrjaði sum eitt ódnarveður í seinna hálvleiki. Nú vóru tað brádliga Neistakvinnurnar, sum høvdu mist konsentratiónina, og hetta gjørdi heimaliðið sær dælt av og fekk fýra mál á rað, so at støðan, fimm minuttir
inn í seinna hálvleik, var 16-15 til Neistan.
Næstu løtuna gekk sera javnt á, og tá ið seinni hálvleikur var hálvrunnin, stóð á jøvnum 20-20. Neistin legði seg so á odda aftur, men tað vóru aldrin meiri enn tvey mál á muni, hóast VÍF ongantíð megnaði at koma upp á javnt aftur.
Heimaliðið hevði tó møguleikan at javna í seinasta minuttinum. Neistin var á odda 26-25, tá ið VÍF fær bóltin og fer í álop, men við einans tíggju sekundum eftir at leika, missa vestmannakvinnur bóltin til Neistan, sum fer í skjótálop, og evnaríka Katrin á Neystabø sløkkir allar vónir hjá heimaliðnum, tá hon skorar til 27-25!
Ógvusligur samanstoytur
Norska Heidi Harviken, sum, saman við Rúnu Wardum og Katrin á Neystabø, stóð sterkast í myndini hjá Neistanum, var fyri ein ógvusligum óhappi um miðjan seinna hálvleik. Heidi blakaði seg inn í málteigin hjá VÍF eftir einum leysum bólti, men andlitið hjá henni brast í knæið á VÍF-málverjanum, og stoyturin var so harður, at Heidi ikki fekk spælt tað, sum eftir var av dystinum. Illgruni var um, at hon hevði brotið nøsina.
Enn einaferð vóru tað tær báðar, Ioana Rapa og Jacklin Durhuus, sum skaraðu burturúr hjá VÍF, men hinar vóru so sanniliga eisini væl við, og liðið hjá VÍF hevur ein framúr góðan stríðsvilja.
Dómararnir í dystinum, Trygvi Mortensen og Dánjal Hansen, komu væl frá uppgávuni.