Tepur leiðsla í steðginum

Tað er serliga álopsspælið, sum ikki riggar hjá Føroyum í løtuni, verður sagt av Cypros, har Challenge Trophy-kappingin verður avgreidd. Besta dømi um hetta fekst tveir minuttir fyri hálvleik, tá Føroyar spældu við seks kvinnum móti fýra, uttan at raka málið eina einastu ferð.

Álopsspæl var annars tað, kvinnurnar vandu í allan morgun, men enn hevur hetta ikki givið úrslit. Og tá bretsku kvinnurnar higartil hava verið ógvuliga raskar at renna aftur, hevur kontraspælið ikki koyrt eins væl og í gjár. Tískil má álopsspælið rigga, um dysturin skal vinnast.

Hetta er eisini fremsti setningurin hjá venjarunum, sum nú fyrireika kvinnurnar til seinna hálvleik.