ÍF hevur í dag vunnið 1-0 á Undrinum í kappingini um løgmanssteypið. Málskjútti var miðvallarin Karl Løkin, sum sendi bóltin í málið í 58. minutti.
2. deildarliðið Undrið hevði vindin undan í 2. hálvleiki. Líkindini vóru vánalig, og tað sást ikki á spælinum, at fleiri deildir vóru á muni millum liðini.
Fremstu álopsspælararnir hjá ÍF eru Rógvi Jacobsen og Øssur Dalbúð. Teir eru báðir so mikið skaddir, at teir ikki vóru við í dag.