Teprir sumbiarsigrar

Ikki er tað ofta, at sumbingar vinna sínar dystir, og aloftast er munurin sera tepur

Tað er sera langt ímillum sigrarnar hjá sumbingum, og tí er ein og hvør sigur hjá teimum at siga stórhending.

Síðan 1998, tá ið sumbingar fluttu upp í 1.deild, hava teir spælt 41 landskappingardystir (upp- og niðurflytingadystir ímóti LÍF úr 2.deild ikki íroknaðir). Og hetta er bert fimta ferðin, at felagið úr sunnastu bygdini í Føroyum hevur fingið øll trý stigini.

Tveir sigrar í 1998 og tveir í fjør vóru nóg mikið fyri at røkka níggjunda og næstsíðsta plássinum, og harvið varðveitta sessin í bestu deildini ígjøgnum upp- og niðurflytingaruppgerðir ímóti leirvíkingum.

Tað er eingin trygd fyri, at tveir vunnir dystir verða nokk hjá sumbingum hesaferð. Eingin veit, hvussu nógv stig fáa hini liðini, ið fara at stríðast ímóti niðurflyting, men við sigrinum á FS Vágum byrjaðu sumbingar í hvussu er sína ?mission impossible? triðja árið á rað.

Í fjør komu fyrstu stigini til Sumbiar ikki fyrr enn í níggjanda umfari, tá teir vunnu grannauppgerð ímóti VB

Fimm sigrar í 41 landskappingardystum. Um vit írokna árið 1991 uppí, tá ið Sumba royndi seg í bestu deildini fyri fyrstu ferð, so siga vit sjey sigrar í 59 dystum. Til stuttleikar kann hetta verða samanborið við avrikini hjá føroyska landsliðnum úti í heimi. Higartil hava Føroyar spælt 65 altjóða skrásettar landsdystir og vunnið átta ferðir.

Áhugavert er, at nærum allir sigrar hjá Sumba í 1.deild hava verið teprir - við einum máli. Bert einaferð hevur hað eydnast sumbingum at vunnið størri. Tað var í ógloymandi dystinum í Gundadali ímóti HB í 1991. Úrslitið tann dagin var: HB 1-Sumba 3.