Teppi gav ráðharra trupulleikar

Í Týsklandi er ráðharrin Dirk Niebel komin í trupulleikar, tí hann hevur útvegað sær eitt gólvteppi úr Afghanistan fyri pengar úr ríkiskassanum og uttan um tollvaldið. Hann keypti teppið, tá hann var í almennum ørindum í Afghanistan herfyri.

Dirk Niebel tók ikki teppið við sær, tá hann fór aftur til Týsklands, men legði tað eftir á sendistovuni í Kabul. Ráðstova hansara viðgongur nú, at teppið kom til Týsklands seinni við einum flogfari hjá týsku fregnartænastuni uttan um tolleftirlitið.

Men søgan er ikki liðug enn, tí tá flogfarið hjá fregnartænastuni lendi á flogvøllinum uttan fyri Berlin, kom ein bilur hjá ráðstovuni hjá Dirk Niebel eftir teppinum og koyrdi tað heim til ráðharran.

Dirk Niebel sigur við fjølmiðlarnar, at alt er ein misskiljing, og at hann ætlar sær at rinda toll fyri teppið.