Tennistøl í Gundadali

Orkan gekk undan hjá B68, sum í 2. hálvleiki legði rygg til 5-0 tap og harvið samantalt 6-0 ímóti væl trimmaða HB liðnum

Talan var um orduligt skrædl, tá ið HB í kvøld hevði vitjan av B68. Eftir 1-0 leiðslu í hálvleikinum setti HB tingini upp á pláss seinnu trý korterini, sum HB vann 5-0 og harvið samantalt 6-0.

Stóri pinnur hevði bara verið runt eina ferð, tá ið Kristin R. Mouritsen setti hol á. Allan 1. hálvleik var munurin ikki so stórur, og tá ið toftamenn komu aftur á vøllin eftir hvíldina roknaðu teir framvegis við møguleikanum:

-At teir øktu til 2-0 beinanvegin eftir steðgin kom heilt illa við, og so varð tað ógvuliga tungt, staðfestir B68 liðformaðurin Jann Ingi Petersen í samrøðu við Rás2.

Fróði Benjaminsen økti um leiðsluna beinanvegin eftir hvíldina, og hin toftamaðurin á HB liðnum Jóan Símun Edmundsson skoraði tvær ferðir í 2. hálvleiki. Á B68 liðnum var yngri beiggi hansara, Hákun Edmundsson, og Jóan Símun helt talan vera um undarliga støðu:

-At spæla ímóti barndómsfelagnum er serligt, og tað var heilt serligt at spæla ímóti beiggja mínum. Eg haldi ikki, at vit spældu so ógvuliga væl, og í 1. hálvleiki var ikki so stórur munur á. At vit hava spælt í Europa, meðan teir hava verið í summarfrí og síðani hava vant sást í 2. hálvleiki, tá ið teir vóru troyttari enn vit, helt Jóan Símun Edmundsson í samrøðu við Rás2.  

 

Stórtapið í kvøld ber við sær, at B68 hevur verri málmun enn Skála, og harvið eru toftamenn á aftasta plássi við 9 stigum. Tað eru fýra stig frá HB og fram til toppin og B36.

 

HB-B68 6-0 (1-0)

1-0: Kristin R. Mouritsen 2.

2-0: Fróði Benjaminsen 47.

3-0: René S. Joensen 72.

4-0: Jóan Simun Edmundsson 74.

5-0: Jóan Símun Edmundsson 85.

6-0: sjálvmál 90.+1.

Dómari: Petur Reinert

HB: Teitur Matras Gestsson – Jógvan Rói Davidsen (Andrew av Fløtum, 76.), Jóhan Troest Davidsen, Rógvi S. Holm, Alex José dos Santos – Bartal Wardum, Tróndur Jensen (René S.Joensen,  60.) – Levi Hanssen, Fróði Benjaminsen, Kristin R. Mouritsen (Pál Mohr Joensen, 69.) – Jóan Símun Edmundsson

Gult kort: Fróði Benjaminsen

B68: Hans Jørgensen – Niklas Poulsen, Ovi Brim, Mads Rosenberg, Kristian Anton Andreassen – Jonleif Højgaard, Evrard Blé (Janus W. Mortensen, 74.), Jann Ingi Petersen,  Andrias á Líknargøtu (Esmar Clementsen, 78.) – Hákun Edmundsson – Óli H. Olsen (Oddur Højgaard, 80.)

Gult kort: Hákun Edmundsson, Niklas Poulsen

 

LIÐUGT 

6-0!

90.+2.) 6-0: sjálvmál

Eftir innlegg frá Pál Mohr Joensen var B68 miðverjin Mads Rosenberg so óheppin at stýra bóltin í sítt egna mál.

 

90) 5-0

René S. Joensen hjá HB er darvaður av skaða. Tað ber ikki til, tí HB hevur brúkt allar tríggjar skiftisspælararnar.

Niklas Poulsen hjá B68 sær gult.

 

86) 5-0: Jóan Símun Edmundsson 86.

Hesa ferð var tað Pál Mohr Joensen, sum átti innleggið til Jóan Símun, sum var púra blankur, tá ið hann setti bóltin í málið.

Oddur Højgaard er komin í B68 álopið í staðin fyri Óla H. Olsen.

 

83) 4-0

Nú er talan um tómgongd. HB er ikki sinnað at leggja so ógvuliga nógv fyri, og B68 megnar ikki at svara aftur.

Andrew av Fløtum hevur úr vinstru roynt seg úr góðari støðu, men bólturin fór framvið handara stólpa.

 

78) 4-0

Esmar Clementsen hevur avloyst Andrias á Líknargøtu hjá B68.

 

75) 4-0: Jóan Símun Edmundsson 74.

So var aftur mál, og fyri  aðru ferð í kvøld var tað ein toftamaður á HB liðnum, sum skoraði. Eftir innlegg frá Levi Hanssen stýrdi Jóan Símun Edmunsson við høvdinum bóltin í málið.

Janus W. Mortensen er komin inn á B68 liðið í staðin fyri Evrard Blé, og Andrew av Fløtum er komin inn á HB liðið í staðin fyri Jógvan Róa Davidsen.

 

73) 3-0: René S. Joensen

So luktar tað av stórsigri. Hesa ferð var verjuspælið hjá B68 ikki sannførandi. Eftir innkast mitt á B68 hálvuni spældi Jóan Símun Edmundsson innskifta René S. Joensen leysan, og so var tað mál.

 

70) 2-0

Málskjúttin til 1-0 Kristin R. Mouritsen er farin av vøllinum, og í hansara stað er komin Pál Mohr Joensen.

 

65) 2-0

B68 hevur inntil fyri lítlari løtu síðani hildið fólkið aftarlaga, hóast HB er frammanfyri 2-0. Nú hava toftamenn roynt at flyta seg longri fram á vøllin, men tað er torført hjá gestunum at fáa brodd í álopspartin, og tá ið HB fer í álop er tað meiri vandamikið.

René S. Joensen er komin á vøllin í staðin fyri Trónd Jensen.

 

60) 2-0

Talan kendist ikki at vera um serliga vandamikla støðu, tá ið HB miðvallarin Tróndur Jensen fór um koll. Viðspælarar og mótstøðumenn veittraðu beinanvegin hjálparfólk inn. Tróndur Jensen var skaddur í knænum, og hann varð borin av vøllinum og beinanvegin undir tak.

 

55) 2-0

Fróði Benjaminsen hjá HB hevur sæð gula kortið.

 

50) 2-0: Fróði Benjaminsen 47.

So man lítil ivi vera um, at favorittarnir í HB fara at hava øll stigini eftir í Gundadali.  Beinanvegin eftir steðgin var tað annar av toftamonnunum á HB liðnum, liðformaðurin Fróði Benjaminsen, sum eftir innlegg frá Kristini R. Mouritsen setti bóltin í málið.

 

 

HÁLVLEIKUR

1-0

HB legði seg beinanvegin framum eftir gott einmansavrik hjá Kristini R. Mouritsen.

Síðani var HB í góða løtu meiri á bóltinum, og fleiri spentar støður hava verið í B68 brotsteiginum, men B68 menti seg. Verjuspælið hevur verið sannførandi, og í  skjótum álopum hevur tað onkra ferðina verið tætt við, at Óli H. Olsen er komin leysur innanfyri HB verjuna.

 

2 minuttir lagdir aftrat.

Jonleif Højgaard um reppið at koma í góða støðu í HB brotsteiginum, men HB málverjin Teitur M. Gestsson las støðuna væl.

 

45) 1-0

Síðstu lítlu løtuna hevur HB havt trý hornaspørk, og í øllum førum hevur talan verið um vandamiklar støður frammanfyri Hans Jørgensen og B68 málið.

Hákun Edmundsson hjá B68 hevur sæð fyrsta gula kortið í kvøld.

 

40) 1-0

B68 verjuspælið er tætt og væl skipað. HB hevur bóltin oftari og í longri løtum, men nú gongur tað ikki so væl hjá heimaliðnum at spæla seg til spentar støður í brotsteiginum.

 

35) 1-0

Síðstu løtuna hevur talan ikki verið um upplagdar málmøguleikar – hvørki annan vegin ella hin vegin.

 

30) 1-0

Støðan er tann sama. HB er leikliga omaná, men B68 hevur fótað sær, og talan er á ongan hátt um, at B68 er niðurspælt.

 

15) 1-0

HB er greitt omaná, og tað gongur væl at spæla seg ígjøgnum í báðum borðunum. Talan er um spentar støður eftir innlegg, men støðan er framvegis 1-0.

B68 hevur havt fyrsta hornasparkið, og Hákun Edmundsson stútaði eftir innlegg.

 

10) 1-0

HB pressar nógv, og nú var aftur tætt við. Eftir innlegg frá høgra vongverja Jógvan Róa Davidsen sendi Jóan Símun Edmundsson við høvdinum bóltin í stólpan aftanfyri Hans Jørgensen.

Og lítla løtu seinni stórbjargar Hans Jørgensen, tá ið Jóan Símun Edmundsson roynir seg.

 

8) 1-0

Eftir gott B68 samanspæl var Jann Ingi Petersen í góðari støðu, men bólturin fór av vøllinum.

 

5) 1-0

B68 hevur havt fríspark úr góðari støðu, men Jonleif Højgaard sendi bóltin væl uppum málið.

 

2) 1-0: Kristin R. Mouritsen 2.

Kristin R. Mouritsen hevur við fínum einmansavriki lagt HB framum. Hann sneiddi seg leysan í vinstru, og tá ið Hans Jørgensen kom út ímóti honum, setti hann hegnisliga bóltin framvið málverjanum og í handara síðunetið.

 

HB er stórfavorittur í Gundadali ímóti B68, sum er undir niðurflytingarstrikuni, meðan HB er næstfremst.

Hjá HB er Bartal Wardum á sentrala verjukenda miðvøllinum í staðin fyri Heina Vatnsdal, sum er leikbannaður. Andrew av Fløtum og René S. Joensen eru á beinkinum.

Hjá B68 er Mads Rosenberg í miðverjuni í staðin fyri Jóhan Dávur Højgaard, sum er leikbannaður.

Arbeiðsloyvið hjá Ibrahim Camara er ikki komið upp á pláss. Tí er nýggi B68 álopsspælarin ikki við í kvøld.

Merkisvert er tað, at Tróndur Vatnhamar er eykamálverji hjá HB. Hann er málmansvenjari, og nú eykamálverjin Thomas Knudsen er skaddur, er navnið á 35 ára gamla málmansvenjaranum á listanum.

Líkindini  at spæla fótbólt eru fín í Gundadali. Nógvir B68 áskoðarar eru longu sessaðir í vestara skýlinum, meðan tað enn er tómligt í HB skýlinum.

 

HB-B68 kl. 18.00

Dómari: Petur Reinert

HB: Teitur Matras Gestsson – Jógvan Rói Davidsen, Jóhan Troest Davidsen, Rógvi S. Holm, Alex José dos Santos – Bartal Wardum, Tróndur Jensen – Levi Hanssen, Fróði Benjaminsen, Kristin R. Mouritsen – Jóan Símun Edmundsson

B68: Hans Jørgensen – Niklas Poulsen, Ovi Brim, Mads Rosenberg, Kristian Anton Andreassen – Jonleif Højgaard, Evrard Blé, Jann Ingi Petersen,  Andrias á Líknargøtu – Hákun Edmundsson – Óli H. Olsen