Tennis-venjari dømdur fyri morð

Fyrrverandi venjari hjá heimskendum spælara skal 18 ár handan rimar fyri at hava dripið ein ríkmann.

Hollendski tennisspælarin, Robin Haase, sum er nummar 43 á heimsstyrkislistanum, hevur staðið seg væl síðani hann í 2016 byrjaði at samstarva við núverandi venjara hansara, Raymond Knapp.


Samstarvið við fyrrverandi venjaran, Mark de Jong, fekk ein bráðan enda fyri smáum tveimum árum síðani, tá ið venjarin brádliga varð handtikin. Skuldsetingin var álvarsom, nevnliga morð.


Tað var í Miami Open í mars 2016, at Robin Haase mátti taka seg úr kappingini vegna ein knæskaða, og tá ið hann og venjarin, Mark de Jong, lendu á Schiphol-flogvøllinum í Amsterdam, stóð løgreglan fyri teimum.


Mark de Jong varð skuldsettur fyri at hava dripið 42 ára gamla ríkmannin, Koen Everink, sum var ein trúgvur tennis-fjeppari og seinastu árini hevur ferðast til nógvar kappingar fyri at síggja teir kendu spælararnar.


Sambært ákæruni, so skal Mark de Jong hava stungið Koen Everink í bringuna við einum knívi meðan hann var á vitjan hjá ríkmanninum, sum dagin eftir varð funnin deyður av einum í familjuni.


DutchNews.nl skrivar, at Mark de Jong nú hevur fingið dómin. Hann er dømdur sekur í morði og hevur fingið 18 ára fongsulsrevsing. Hann noktar seg tó sekan og hevur kært dómin.