Aftur í ár skipar Havnar Tennisfelag fyri FM í tennis. Í vikuni verða hálvfinalurnar spældar. Tað eru fyri tað mesta royndir spælarar, sum eru komnir til hálvfinalurnar á hesum sinni, skrivar Havnar Tennisfelag.
Les eisini: Nýggjur høvðusvenjari
Í aðrari hálvfinaluni spælir fleirfaldi føroyameistarin, Pætur Marjunarson Dahl, móti Hjalta Mohr Jacobsen. Her verður mett, at Pætur er favorittur. Hann hevur fyrr prógvað, at hann er ein stinnur spælri, og má mestast sum favorittur til FM-heitið.
Í hinari hálvfinaluni spæla tveir fyrrverandi FM-vinnarar. Tað eru Jón Brekku og Martin Nolsøe Simonsen. Talan er um tveir royndar spælarar, sum hava verið í føroyska tennisheiminum leingi.
Hálvfinalurnar verða spældar á tennisvøllinum í Gundadali í vikuni. FM-finalan verður eftir ætlan spæld sunnudagin klokkan 14.00, um tað viðrar. Finalan í B-kappingini verður eisini spæld tá, og har spælir Svenn Fuglø Jacobsen móti Stefan í Skorini.










