Tenn - tannasjúkur og tannarøkt

Freistin at lata inn tilfar til ritgerðarkapping longd til 1. februar

1. august 1997 skrivaði Fróðskaparsetrið út ritgerðarkapping um Tenn, tannasjúkur og tannarøkt. Kappingin er tann 25. í røðini av kappingum, sum Fróðskaparsetur Føroya hevur skrivað ú síðan byrjað varð í 1970. Freistin varð upprunaliga sett til 1. august 1998. Av tí at einki handrit var komið inn tá, valdi setursráðið at leingja freistina til 1. februar 1999.

Okkurt er skrivað úr føroysku tannrøktarsøguni. Nøkur ár herfyri læt tannlæknafelagið gera ein lítlan bókling, sum tannlæknarnir Ester Djurhuus og Mia Trónd Jensen ritstjórnaðu.

Í hesum riti stendur nakað um ta fyrstu tíðina, tannlæknar komu til Føroya, um hvørjir teir vóru og hvussu teir arbeiddu. Eisini verður nomið við tíðina tá eingir tannlæknar vóru í Føroyum. Ein søga er um ein sumbing, sum var føddur seinast í 19. øld, ið visti at siga frá einari arbeiðsgentu norðaneftir, sum gramdi seg um tannapínu. Í Sumba kendu tey so lítið til tannapínu, at henda góða arbeiðsgenta fyri tað kundi gramt seg um, at hon hevði ilt í einum hári. Men á plássum, har handlar vóru við fínamjøli, putursukri og siroppi, vóru »Karius og Baktus« helst farnir at gera um seg.

Tørvurin á tannlæknahjálp er helst byrjaður eftir at einahandilin var tikin av í 1856. 10 ár undan skrivar tann kendi læknin Panum: »Færinger udmærke sig ved fortrinlige og durable Tænder. Kariöse Tænder sees sjældent hos de egentlige Færinger, og man kan ofte see Folk paa 70 Aar med fulstændigt Gebis«.

Ritgerðarkappingin um Tenn, tannasjúkur og tannarøkt miðar eftir at fáa til vega nakað av tí tilfari, skrivaðum sum óskrivaðum, ið fólk, yngri sum eldri, liggja inni við, sum kann vera av áhuga fyri søguna hjá tannarøktini í Føroyum.

Kappingin krevur ikki eitt fullfíggjað søguligt ella siðsøguligt granskingarverk. Heldur verður dentur lagdur á eitt breitt sjónarhorn, har almenningurin eisini hevur høvi at vera við. Halda fólk seg ikki til at skriva eina longri ritgerð, ber til at stytta hana og viðgera evni í einum ella fleiri brotum, sum seinni kunnu setast saman við øðrum í eina heild. Til ber eisini at taka samrøður upp á band, at leggja saman við einari frágreiðing. Myndatilfar hevur eisini áhuga.

Um fólk hava hug at vera við í kappingini, men eru í iva um, hvussu tey skulu seta skjøtil á verkið, er fólk á Fróðskaparsetrinum sinnað at hjálpa við góðum ráðum. Til ber at venda sær til Setursskrivstovuna tlf. 31 53 02, ella skriva til Setursskrivstovuna, Handan Á 5, 100 Tórshavn.