AMNESTY INTERNATIONAL
Tíðindaskriv
Mánadagin 10. desember er altjóða mannarættindadagur. Tá heitir Amnesty International á fólk um at tendra eitt ljós í vindeyganum fyri teimum, sum sita í fongsli orsakað av teirra kyni, húðaliti, trúgv ella politisku sannføring. Tað eru fólk, sum hvørki hava nýtt ella eggja til harðskap. Amnesty rópar hesi fólk samvitskufangar.
Í sambandi við mannarættindadagin fara fólk frá Amnesty at selja ljós og postkort á Torginum í SMS og í Keypsamtøkuni í Hoyvík fríggjadagin 7. og leygardagin 8. desember. Í Klaksvík eru ljós at fáa í Innkast. Til ber eisini at bíleggja ljós frá skrivstovuni hjá Amnesty.
Amnesty heitir eisini á fólk um at senda stuðulsheilsanir til tvær kvinnur, Eren Keskin í Turkalandi og Rebiya Kadeer í Kina. Tilfarið, sum verður latið saman við ljósunum, er eisini at finna á heimasíðuni
www.amnesty.fo undir Nýtt.
Tíðindabrøv við telduposti
Í næstum fer nevndin í Amnesty undir nýtt kunningartiltak. Ætlanin er at senda limum og øðrum áhugaðum tíðindir við telduposti. Um tú kundi hugsað tær at fingið tíðindir frá Amnesty, kanst tú senda okkum ein teldupost á amnesty@amnesty.fo. Tíðindini kunnu sjálvandi eisini sendast við vanligum posti, um onkur ynskir tað.
Amnesty International Føroya Deild
www.amnesty.fo









