Børn, sum doyggja, eru til á ein serligan hátt í vitanini hjá familjuni gjøgnum alt lívið. Tí skipar Felagið Pinkubarnadeyði fyri eini flógvari og vakrari minningargudstænastu sunnudagin 8. nov. kl. 16.00, fyri at minnast tey deyðu børnini. Øll eru vælkomin, óansæð um tey hava mist smá ella størri børn ella av aðrari orsøk hava hug at taka lut í hesi løtu.
Skipað verður fyri líknandi minningarhaldi í 16 kirkjum runt um í Danmark. Foreldur og avvarðandi møtast í kirkjuni og tendra eitt ljós fyri teirra deyðu børnum og minnast soleiðis á ein vakran hátt eina gávu, sum tey hava fingið ? og mist!
At fáa og missa eitt barn eru tveir mótsetningar. Minningarhaldið samlar gleðina og sorgina og gevur ? eisini eftir nógvum árum ? pláss fyri tí fløva og kærleika, foreldur enn hava til tað ella tey børn, sum tey hava mist.
Í einum skundmiklum gerandisdegi fáa onnur mál við tíðini fyrsta rætt. Við minningarhaldið er tíð til at foreldur, systkin og avvarðandi kunnu tendra eitt ljós fyri sínum deyðu børnum ? eisini fleiri ár eftir at barnið doyði.
Hetta er fimtu ferð, at Landsforeningen Spædbarnsdød skipar fyri minningarhaldi í Danmark og er hetta vorðin ein vakur siður, sum limir felagsins og avvarðandi teirra virðismeta høgt. Í Føroyum er hetta annað árið, Felagið Pinkubarnadeyði skipar fyri minningarhaldi.
Í ár verður tað Sonja Klein, prestur í Havnar kirkju, sum fer at prædika. Malan Thomsen og Finnur Hansen fara at syngja og spæla eitt lag.
Eftir minningarhaldið bjóðar Felagið Pinkubarna-deyði til ein drekkamunn í Jákupsstovu 24, Tórshavn, har felagið vanliga heldur til.
Fleiri upplýsingar kunnu fáast við at venda sær til eitt av teimum føroysku umboðunum, sum skipar fyri minningarhaldinum: Sólgerð Foldbo, tlf. 422184, ella Annu Dalsgaard, tlf. 312167.