10. oktober var Altjóða dagur teirra sálarsjúku, og 10. oktober tók Rasmus Rasmussen sítt egna lív.
Vinir Rasmusar vilja ikki bara sita hendur í favn, men hava tikið málið í egnar hendur. Ein grunnur er settur á stovn, ið skal savna pening inn til eitt Fountain House til sálarsjúk. Fyrsta tiltak til frama fyri grunn Rasmusar verður ein minningarkonsert í Sjónleikarahúsinum í kvøld.
- Vit fara at vísa okkara virðing fyri grunni Rasmusar við at tendra ljós á Tinghúsvøllinum í kvøld klokkan 20. Vit heita á øll um at koma við sínum ljósi oman á Tinghúsvøllin, tendra tað og saman við okkum vísa virðing fyri grunni Rasmusar.
Tað siga tey, sum standa aftan fyri hetta tiltak, við Portalin.