Tendensurin at Sambandsflokkurin og Fólkaflokkurin vinna

– Tað er ov lítið talt upp higartil, at til ber ikki til at siga úrslitið enn. Men tendensurin er, at Sambandsflokkurin og Fólkaflokkurin faá stóra framgongd, sigur Árni Gregersen, politiskur viðmerkjari.

Edmund Joensen sær út til at vinna flestu sambandstemmurnar, og hjá Fólkaflokkinum hava Uni Rasmussen og Jacob Vestergaard flestu atkvøðurnar higartil, tá ið 45 valstøð eru upptald, sum svara til 30 prosent av atkvøðunum.

Árni Gregersen leggur tó afturat:

– Vit mugu ikki gloyma, at tað er ikki fyrr enn Klaksvík og Havnin koma inn, at vit kunnu síggja veruliga úrslitið, sigur Árni Gregersen.