Ten Cate klárur fyri Chelsea

Síðstu vikuna hevur mest sum verið greitt, at tað bert hevur verið ein spurningur um tíð, áðrenn Ajax-venjarin, Hen ten Cate, skifti til Chelsea, og nú er skiftið altso komið upp á pláss.

52-ára gamli Henk ten Cate skal tí vera hjálparvenjari hjá Avram Grant, sum tók við, eftir at portugisin, José Mourinho, hevði fingið sekkin eftir javnleikin ímóti Rosenborg í Champions League. Undan tíðini í Ajax var Henk ten Cate hjálparvenjari í Barcelona, meðan hann eisini hevur vant fleiri lið í Hollandi.