Tematýsdagur um sjúkrahúsverkið

Útvarpið setir kikaran á trupulleikarnar í sjúkrahúsverkinum. Seinnapartin týsdagin 20. mei kl. 14.00-18.00 Fá mál eru so nógv umrødd og umstrídd sum okkara sjúkrahúsverk.

Vit hoyra at verkinum vantar starvsfólk, bæði læknar og sjúkrarøktarfrøðingar. Starvsfólkini eru undir trýsti. Trivnaðurin bilar og brúkarin setur spurnartekn við viðgerðina.

Skipanin av sjúkrahúsverkinum og bygnaðurin hava verið eitt afturvendani kjakevni. Skulu tað vera trý sjúkrahús - ella bara eitt. Skulu læknar og sjúkrarøktarfrøðingar hava líka stóran avgerðarrætt?

Eisini verður spurt hvussu væl sjúkrahúsverkið klárar at stýra sær fíggjarliga, tá ið tað ferð eftir ferð noyðist í løgtingið eftir eykajáttanum. Ella er trupulleikin í veruuleikanum, at politikararnir ongantíð hava sagt greitt frá hvussu gott okkara sjúkrahúsverk skal verða - og hvussu nógv tað skal kosta.

Týsdagin setir Útvarpið stetoskopið á sjúkrahúsverkið. Vit skulu hoyra hvar tey, sum arbeiða har inni og tey , sum annars hava skil fyri sjúkrahúsverkinum halda at skógvurin trýstir og hvussu trupulleikarnir kunnu loysast.

Samrøður við starvsfólk, fakfólk, núverandi og fyrrverandi leiðarar. Og við tey sum hava evstu politisku ábyrgdina. Harumframt verður kjak, har lurtarin eisini sleppur framat at siga sína meining um okkara sjúkrahúsverk.