Temakvøld um sorg í Bygdarhúsinum í Miðvági

Tíðindaskriv

 

Sorgin er partur av gerandisdegnum hjá fleiri menniskum í landi okkara, og tað eru nógv, sum púra einsamøll stríðast við at liva seg gjøgnum lívi við hesum.

Samkomur í Vágum hava saman við Aglow skipa fyri tiltakinum um sorg, og vóna tey at fólk við sorg, vinir, grannar og onnur viðkomandi koma til tiltakið.

Tað er ikki óvanligt at hoyra um felagsskapir og tiltøk av ymiskum slag í grannalondum okkara. Í Føroyum er ikki vanligt at skipa fyri temadøgum sum hesum um SORG, men hetta hava samkomur í Vágum og Aglow gjørt nakað við.

Frásøgufólkið eru fólk sum einaferð í lívi teirra hava merkt sorg, og hava mist onkran, tey hava verið sera góð við, og tey greiða eisini frá hvussu tey klára at liva víðari við sorgini, og sakninum eftir tærra nærmastu, sum farin eru.

Tað eru ikki bara tey allar nærmastu, sum hava brúk fyri at luttaka í einum slíkum tema degi, tað eru eisini grannar, vinir og kenningar, sum kunnu fáa gagn av tiltakinum.

Miriam og Viktor Carlsen saman við fleiri, fara at siga frá ,hvussu tey dagliga royna at liva seg gjøgnum trupuleikarnar.

Fyrireikararnir vóna at fleiri koma til temakvøldi sum verður fríggja- og leygarkvøldið kl.20.