Temakvøld um úrvalsítrótt

Ítróttasamband Føroya skipar mánakvøldið klokkan 20 fyri temakvøldi um úrvalsítrótt í Føroyum

Ítróttur

 

Tiltakið verður í Útvarpshøllini, og er endamálið við temakvøldinum at seta gongd á eitt kjak um Føroyskan úrvalsítrótt. Herundir:

 

-Hvør er støðan í dag?

-Hvat vilja vit?

-Hvussu røkka vit málinum?

 

Tríggir fyrilestrarhaldarar verða, og eru hesi Magni Mohr, sum júst hevur vart doktararitgerð innan ítróttarfysiologi, Katrin Olsen, sum í summar var partur av danska OL-landsliðnum í kappróðri, og Jón Bjarnason, sum er føroyskur landsliðsvenjari í svimjing.

Síðan fer eitt væl mannað panel, við umboðum fyri ítróttin, politisku skipanina og vinnulív, saman við uppleggshaldarunum og fundarfólki annars at kjakast um úrvalsítrótt í Føroyum.

Tiltakið er alment, og vónar Ítróttasamband Føroya at síggja nógv fólk við áhuga fyri ítrótti í Útvarpshøllini.