Temakvøld um pissiboppuna
Leygarkvøldið hevur sjónvarpsrásin DR2 temakvøld um pissiboppuna. Fleiri sendinginar eru á skránni, sum snúgva seg um tað, sum er á muni millum menn og kvinnur. Menn siga sína hugsan um javnaldrin, og eisini kvinnur sleppa til orðanna.
Tema um pissiboppuna
DR2 leygarkvøldið 10/4 frá kl. 19.00
Workshop fyri sangskrivarar
Hetta vikuskiftið hevur Kafe Kaspar í Havn workshop fyri sangskrivarar. Hetta verður gjørt í sambandi við singer/songwriter kappingina, sum byrjar um eina viku. Stanley Samuelsen fer at hava workshoppina, sum verður í dag og leygardagin
Workshop fyri sangskrivarar
Kafe Kasper í Havn
Fríggjadagin 9/4 og leygardagin 10/4
Sigrey í mentanarháborgini
Fríggjakvøldið um eina viku hevur Sigrið Rasmussen – ella eisini kend undir listarnavninum Sigrey – útgávukonsert í Norðurlandahúsinum í Havn. Tað er liðin eitt sindur av tíð, síðani fløgan hjá henni kom út, men komandi vikuskiftið ber til at uppliva føroysku songkvinnuna, sum er búsitandi uttanlands, syngja á føroyskum palli.
Sigrey
Norðurlandahúsið í Havn
Fríggjakvøldið 16/4 kl 19.30
Gittarhetja við fløgu
Hann er víðagitin sum tann síðhærdi gittarspælarin í rockbólkinum Guns N Roses. Men tað eru liðin nógv ár, síðani Slash gavst í GNR. Síðani hevur hann roynt seg í ymiskum samhangum, og nú er hann til reiðar við nýggjari útgávu. Útgávan er uppkallað eftir høvuðsmanninum sjálvum, og afturat sær hevur hann kendar sangarar sum gestir. Teirra millum eru Iggy Pop, Fergie og Ozzy Osbourne.
Slash
Slash
Warner Music mánadagin 12/4
Ársins spanski dystur
Leygarkvøldið verður stóri fótbóltsdysturin í Spania hetta kappingarárið spældur. Dysturin er sjálvsagt millum arvafíggindarnar Real Madrid og FC Barcelona, og hetta er samstundis toppdystur í La Liga. Spurningurin er so, um besta Barcelona liðið nakrantíð kann vinna á dýrasta Real Madrid liðnum nakrantíð
Real Madrid-Barcelona
Leygarkvøldið 10/4 kl. 21.00
Hetta er tað!
Ætlaðu konsertirnar hjá Michael Jackson á O2 Arena í London í fjørsummar vórðu av ongum, tí poppkongurin doyði. Venjingarnar vóru tó filmaðar, og tær eru grundarlagið fyri hesum filminum um This Is It konsertferðina, sum ongantíð varð.
Michael Jackson
This Is It
dvd-filmur
Virðislønt skaldsøga
Bert 33 ára gamla Sofi Oksanen hevur fingið bókmentavirðislønina hjá Norðurlandaráðnum fyri skaldsøguna Renselse. Søgan gongur fyri seg í Estlandi og er um tvær kvinnur, sum missa frælsið og kroppin. Hetta er eisini søgan um, hvussu langt menniskjan vil fara fyri at yvirliva:
Sofi Oksanen
Renselse
Forlagið Rosianante










