Á temadegnum hjá Runavíkar kommunu fara tey at hyggja upp á nýggjastu tøkni og arbeiðshættum innan skráseting og renovering av leiðingum til drekkivatn, regnvatn ella spillivatn.
– Serfrøðingar koma at leggja fram og vísa hands-on, hvussu vit best kunnu renovera leiðingar, uttan at tað er neyðugt at grava niður á leiðingina, sigur Marita Hentze, tekniskur leiðari hjá Runavíkar kommunu.
– Við nýggjari tøkni ber til at skráseta og gera støðumetingar av leiðingum og harvið verða til reiðar at endurgera leiðingar, áðrenn støðan gerst kritisk, sigur hon.
Marita Hentze fer sjálv at greiða frá, hvussu arbeitt verður á hesum økinum. Fyritøkan Fílurin fer at vísa, hvussu leiðingar vera fóðraðar, og fyritøkan Aarsleff fer at vísa, hvussu ein stór regnvatnleiðing undir høvuðsvegnum verður fóðrað.
DTVK kemur at greiða frá TV-inspektionsmodulinum, og Munin fer at greiða frá, hvussu talgild skráseting kann virka fyri, at allir aktørar hava eina felags og dagførda mynd av støðuni.