Temadagur um dekk

Mikudagin 13. september skipaði Rådet for større Dæksikkerhed í Danmark fyri temadegi um dekk á Teknologisk Institut í Taastrup. Boðin vóru motorjournalistar, politi, myndugleikar og fólk frá dekkvinnuni



Yvir 90 luttakarar vóru á temadegnum sum Rådet for større Dæksikkerhed skipaði fyri mikudagin 13. september á Teknologisk Institut í Taastrup.
 
Á skránni vóru ymisk viðkomandi evni sum t.d. um nýggju týsku reglurnar fyri brúki av vetrardekkum, um marknaðarføring og umvælingar av RunFlat dekkum, vegleiðing og reglur fyri servicearbeiði á motorvegi.
 
Eitt dekk er ikki bara nakað runt og svart, sum bileigarar eru noyddir at skifta út, tá tey eru slitin. Dekkini eru einasta sambandi, sum akførini hava við vegin, tí er tað av stórum týdningi at koyra við góðum dekkum. 
 
Eitt dekk er eitt kompromis. Tað skal vera gott at koyra á, hava gott vegfesti, vera slitsterkt, larma minst møguligt o.s.fr.
 
Í prinsippinum ber tað til at gera dekk, sum eru sera slitsterk og kunnu koyra nógvar túsund kilometrar, uttan at tað sæst á teimum, men so er tað ikki víst at tey hava gott vegfesti. Hinvegin ber eisini til at gera dekk, sum sera gott vegfesti og klára seg væl, men eru kanska ikki so slitsterk.   
 
Gummiblandingin og mynstursamansetingin hava stóran týdning fyri, hvussu dekkið er at koyra við hvat t.d. slitstyrki, larmi og vegfesti í regni, kava og ísi viðvíkur.
 
E-merking av regummieraðum dekkum
 
Frá 13. september 2006 er tað eitt krav at øll regummieraði dekk, sum verða seld í Evropa, skulu vera E-merkt. Hetta verður gjørt fyri at tryggja at kvaliteturin harvið eisini trygdin verður á sama høga støði á øllum akførum øllum í ferðsluni at gagni.
 
Tað eru serliga lastbilar og bussar sum koyra við regummieraðum dekkum.
 
Gummileivdir á landavegum og motorvegum koma frá bæði nýggjum og regummieraðum dekkum. Sum oftast skyldast hetta, at ov lítil luft er í dekkunum,
at dekkini eru yvirbelastaði, seymur í dekkinum, rustur í karkassanum ella ein punkteing, har dekkini eru vorðin ovurhitaði.