Temadagur um børn, ung og kunningartøkni

14. september verður temadagur um børn og miðlar fyri øllum, sum starvast við børnum og ungum

FBS, ella Føroyskir Barnasjúkrarøktarfrøðingar, skipa fyri temadegi um børn, ung og kunningartøkni.
Í kunningartilfari verður sagt, at alnótin, telduspøl, fartelefonir og sjónvarp mynda í stóran mun spælið, samskiftið og ta sosialu samveruna millum børn og ung.
Tí verða hesir spurningar settir:
•Hvussu ávirkast tann likamliga, sálarliga og sosiala menningin hjá børnum og ungum av kunningartøkni?
•Hvørjir fyrimunir og vansar eru hjá børnum í kunningarsamfelagnum?
•Hvørji eru tilmælini á økinum?
Endamálið við temadegnum er, at fakfólk fáa meira vitan og soleiðis gerast betur før fyri at stuðla barninum og tí unga í avbjóðingum og trupulleikum, sum standast av kunningartøkni.
Fyrilestrarhaldararnir starvast sum serfrøðingar innan film og telduspøl.
Anne Mette Thorhauge hevur eina ph.d. innan telduspøl og samskifti og arbeiðir á deildini fyri miðlar og samskifti á universitetinum í Keypmannahavn.
Tine Jensen, er lektari á deildini fyri sálarfrøði og gransking innan útbúgving á universitetinum í Roskilde.
Tekningarfreistin er 1. september og nærri upplýsingar eru á www.gigni.fo.