Tíðindaskriv frá Javna
Kanningar í Danmark hava víst, at umleið triði hvør vaksin við menningartarni eisini hevur ella fær sálarligar trupulleikar. Kortini er ikki nógv gjørt við dupultdiagnosur av hesum slagi, og mong fakfólk bæði innan almanna- og heilsuverk halda seg hava ov lítlan kunnleika til tílíkar dupultdiagnosur, ið krevja tvørfakligt samstarv.
Javni hevur sett sær sum mál at virka fyri fakligari menning hjá teimum starvsbólkum, ið hava við menningartarnað fólk at gera.
Sum eitt stig á leiðini fer Javni tann 26. og 27. september 2005 at skipa fyri tveimum temadøgum undir heitinum: Menningartarnað við sálarligum trupulleikum. Hetta tiltak vendir sær fyrst og fremst til fakfólk á økinum, sum arbeiða við menningartarnaðum ella við sálarliga sjúkum. Leiðarar á Serstovnaøkinum luttaka eins og starvsfólk frá psykiatriska deplinum. Undirvísari verður Kristian Wedel, senior-konsulentur hjá SUS.
SUS (Socialt UdviklingsCenter) skipar fyri ráðstevnum og temadøgum ymsastaðni, og hava eisini áður havt onkra ráðstevnu í Tórshavn. Nú hava vit eftir áheitan fingið sendandi eina skrá fyri tveir tema-dagar. Skráin er sera áhugaverd og viðkomandi.
Pláss verður fyri 40 luttakarum, og bert nøkur pláss eru framvegis eftur. Temadagarnir verða hildnir í hølunum hjá Starvsmannafelagnum 26. og 27. september 2005, og matur verður at fáa í døgurðasteðginum. Kostnaðurin fyri báðar dagarnar er kr.1.000,-
Umframt temadagarnar verður skipað fyri almennum fyrilestri um sama evni tann 26. september kl.19.30 á Verkstaðnum Vón á Argjum.
Áhugað kunnu venda sær til skrivstovuna hjá Javna á tlf. 31 48 27 týsdag til hósdag kl. 10. til 14 ella við telduposti: skriv@javni.fo










