Tema við slankum

Sólrun Michelsen hevur skrivað bók, sum bæði er roknað vaksnum og ungum, men sum enn í høvuðsheitum tekur støði í barnsins verð

Sólrun Michelsen hevur í fleiri ár gjørt vart við seg sum barnabókarithøvundur. Nú hevur hon skrivað eina bók, sum bæði er roknað vaksnum og ungum, men sum enn í høvuðsheitum tekur støði í barnsins verð. Tað eru barnaeygu, sum síggja og eygleiða bæði fjálgar og ófjálgar hendingar í uppvøkstrinum. Sagt verður frá gentuni, sum er innilæst, um maskinuna hjá Fíu, um rentur og avdrag, um tað heita hjartað, um ommuna og mangt, mangt annað. Tær einstaku søgurnar eru bæði ein heild í sjálvum sær, men hanga um somu tíð saman sum perlur á strái.

Sólrun Michelsen: Tema við slankum. Føroyaprent legði til rættis, prentaði og bant inn. Mentunargrunnur Studentafelagsins gav út. 113 bls. kr. 180.