Nógvur peningur er settur av til Fróðskaparsetrið, og á temasíðunum hesaferð, kagar Sosialurin í hagtølini fyri hvussu nógv lesandi í veruleikanum megna sína lesnað.
Eisini hyggja vit nærri at fólkafrøðiligu samansetingini á ymsu útbúgvingunum – hvussu gomul tey lesandi eru og hvussu kynssamansetingin er. Tað tykist verða sjáldsamt, at ungir føroyingar fara beinleiðis undir víðari lesnað, meðan tey, sum yvirhøvur fara undir lesnað, í stóran mun eru kvinnur.
Á temasíðunum tosa vit við fakfelagsfólk, hvørt tað kann hava við sær avleiðingar, at kynsbýtið er somikið ójavnt, ið tú kanst lesa meira um í Sosialinum, sum eru komin í sølubúðirnar í Havn og í sølubúðir um alt landið í morgin.
Til ber eisini at lesa Sosialin á netinum her.