Kiev, Ukraina: Tem Hansen kom til Ukraina í gjárkvøldið. Hann var ikki við í upprunahópinum hesar báðar landsdystirnar, men eftir Jógvan Martin Olsen mátti síggja burt frá Fróða Benjaminsen, Súna Olsen, Herbert í Lon Jacobsen og Hans Paula Samuelsen, heitti landsliðsvenjarin á Tem Hansen og Hanus Thorleifsson um at traðka til.
Hóast Tem kom nakað seinni enn hinir, kláraði hann kortini at luttaka í fyrstu venjingini, sum var í gjárkvøldið.
– Tað er deiligt at vera við aftur, segði hann sum tað fyrsta, tá hann kom tivandi út til síðulinjuna eftir lokna venjing.
– Nú havi eg ikki verið við tveir dystir á rað, so tað var gott tað kom eitt avboð, legði Tem flennandi aftrat.
Kann byrja inni
Hóast Tem Hansen kom við upp á avboð hesaferð, skal hann rokna við at koma á vøllin í morgin. Súni Olsen er leikbannaður og tann sessin yvirtekur Atli Danielsen helst. Men vanligi makkarin hjá Súna, Mikkjal Thomassen, er plágaður av skaða pg óvist er, um hann kann spæla í annaðkvøld. Við øðrum orðum sær sentrali miðvøllurin hjá Føroyum rættiliga tunnur út, og tískil er tað rættiliga sannlíkt, at Tem Hansen kemur á vøllin, um hann ikki byrjar inni. Ein møguleiki, sum landsliðsvenjarin als ikki avvísti eftir venjingina mánakvøldið.
– Tað er væl møguligt, tí hann hevur gjørt tað rættiliga væl, ljóðaði svarið, tá Jógvan Martin Olsen varð spurdur um tað var Tem Hansen, sum kom at avloysa Mikkjal Thomassen, um tað var neyðugt.
Tem Hansen sigur seg tó ongar ábendingar hava fingið um, hvørt hann fær spælitíð í annaðkvøld ella ikki. Men hann tekur av tilboðnum, um tað kemur.
– Eg kom við upp á avboð, so tað er ilt at siga hvønn leiklut eg komi at hava. Men eg kann lova tykkum, at eg eri klárur um eg fái kjansin, sigur Tem avgjørdur.
Saknað landsliðið
Hóast hann ikki hevur verið burtur frá landsliðnum í heilt so langa tíð, sigur Tem Hansen seg hava saknað júst hesar avbjóðingar.
– Sjálvandi havi eg tað. Serliga tá Christian (Lamhauge Holst, blðm.) varð úttikin og fór avstað, meðan eg sat eftir, sigur Tem Hansen, sum í summar gjørdist liðfelagi við júst hin hálva føroyingin á landsliðnum, Christian Lamhauge Holst.
– Eg skifti frá 1. deild og Fremad Amager til SAS-liguna og Lyngby. Tað merkir at eg nú kappist á einum hægri støði og tað er hugaligt. Hinvegin fái eg ikki heilt so nógva spælitíð sum áður, sigur Tem, sum er skiftur inn nakrar dystir í SAS-liguni, men annars hevur spælt mest á eykaliðnum.