Fótbóltur
Lyngby er at kalla longu flutt niður úr donsku superliguni, men tað forðar ikki liðnum í at stríðast til hvønn dyst.
Í gjárkvøldið stillaði Brøndby ikki í sterkastu uppstilling, tí venjarin valdi at spara nakrar spælarar til steypafinaluna móti Esbjerg.
Tvær ferðir var Lyngby enntá á odda, og seinnu ferðina var tað føroyski landsliðsspælarin, Tem Hansen, sum skoraði.
Christian Lamhauge Holst var eisini við á liðnum hjá Lyngby, men tá venjarin seinastu løtuna vildi verja javnleikin, varð føroyski áleyparin skiftur úr. Tem Hansen var millum teir fyrstu 11, men varð skiftur út eftir 66 minuttum.