Tem Hansen, sum nakrar ferðir hevur spælt á føroyska fótbóltslandsliðnum, skoraði í gjár mál fyri felagið Søllerød-Vedbæk í 2. Deild Eystur. Søllerød-Vedbæk var á útvølli í Glostrup, og Tem og teir vunnu dystin 2-0. Tem Hansen hevur áður umboðað Lyngby í 1. deild og superliguni, men nú spælir hann í triðbestu donsku fótbóltsdeildini.










