Tem Hansen, sum nakrar ferðir hevur verið í føroyska landsliðshópinum, skoraði í gjár fyri Søllerød-Vedbæk í triðbestu donsku fótbóltsdeildini. Søllerød-Vedbæk fekk brotsspark í fyrra hálvleiki, og Tem Hansen setti bóltin í málið úr ellivu metrum. Søllerød-Vebæk skoraði trý mál afturat og vann dystin ímóti Greve 4-1.