Talv
Garry Kasparov (2830 rating) leikti við russiska liðnum Ladya-Kazan-1000. Eftir at hava vunnið fýra góð talv móti góðum monnum, eitt nú Grischuk, tapti Kasparov sensationelt í næstseinasta umfari ímóti tí lutfalsliga ókenda ísraelska stórmeistaranum Alexander Huzman (2574). Talvið var annars púra javnt tá Kasparov við svarta fólkinum leikti ein stóran feil í miðspælinum, sum viðførdi at hann eftir einans 22 leikum hevði tvær finnur minni og einki mótspæl. 40 ára legendan valdi tí at geva skarvin yvir. Tað er altíð sensationelt tá Kasparov tapur, hann plagar hægst at tapa eitt talv um árið, og tí er talvið sjálvsagt við í blaðnum í dag.
Í seinasta umfari leikti Kasparov ein góðan javnleik við svørtum móti Ivanchuk (2710), og endaði loksins við 4,5 stigum av seks møguligum. Hann vinnur enntá eitt ratingstig fyri ómakin, og hevur nú eftir EM 2831 á altjóða ratinglistanum.
NAO úr Fraklandi
Liðið hjá Kasparov hevði leiðsluna heilt fram til næstseinasta umfar. Liðið hevði tann veikleika, at aftaru borðini, 4-6. borðini, ikki vóru sterk nokk í mun til aftaru borðini hjá hinum toppliðunum. NAO úr Fraklandi hevði russararnar Grischuk (2732) og Svidler (2723) og bretan Adams (2725) á 1-3. borðunum. 4-6. borðini vórðu vælmannað við eitt nú fraklendingunum Lautier og Bacrot, sum báðir liggja um 2660 í rating.
Hetta javnsterka lið vann uppiborið liðkappingina, og eru teir úr NAO harvið Evropameistarar. Liðið hjá Kasparov endaði á einum fimta plássi av 45 liðum tilsamans.
Sum heild varð telvingin á sera høgum støði. Undantikið tapið móti Huzman, skaraði Kasparov framúr. Svidler er nú í ferð við at vinna seg heilt fram í topp 5 í heiminum. Shirov (2737), Ivanchuk og Morozevich (2702) høvdu somuleiðis góð úrslit.
2nd Klaksvík International
Í dag, týsdagin, er starskotið í IM-kappingini, sum verður telvað í døgunum 7-11. oktobur. Fylgið við á www.faroechess.com. Fimm føroyingar, Flóvin Tór Næs, Martin Poulsen, Heini Olsen, Ólavur Simonsen og Hans Kristian Simonsen, fara at royna seg móti fimm útlendskum tittultelvarum, í vón um at ogna sær IM-normar.
Spennandi unglingakapping
Ikki bert elitutelvararnir í Føroyum fara at telva í Klaksvík hesar heystdagar. Seks sterkir unglingar fara eisini at kappast í serligari kapping við dupultumførum, tvs. tíggju umfør. Kappingin verður leikt samstundis á sama stað sum IM-kappingin. Telvað verður í Skálanum við Bøgøtu.
Luttakararnir í unglingakappingini verða hesir: Jákup D. Joensen HT, Rani Baldursson KTF, Sjúrður Thorsteinsson úr Suðuroy, Rógvi Mortensen HT, Helgi Ziska HT og Rógvi Dragaberg KTF.
Tann gløggi lesarin varnast helst at evnaríki Olaf Berg ikki er millum luttakararnir. Orsøkin er heilt einfalt, at hann er av fyriskiparunum mettur at verða ov góðir í mun til hinar unglingarnar. Røtt er hendan meting helst, Olaf er nevnliga nr. 13 á føroyska ratinglistanum, og er tí ov stuttur til sjálva IM-kappingina og somuleiðis alt ov sterkur til unglingakappingina. Ístaðin fáa vit nú eina javna og áhugaverda kapping millum evnaríkar ungar telvarar.