Kapping um føroyameistaraheitið í telving er um páskirnar, og telvað hevur verið av lívsins kreftum í Klaksvík.
Við vælvild frá Klaksvíkar Kommunu - sum eisini er høvudsstuðul - verður seinasta umfar telvað í hesi løtu langa fríggjadag í Skúlanum við Ósánna.
Skúlin, sum telist millum nýggjastu og flottastu skúlar, hevur framúr góðar umstøður til telving, siga fyrireikarnir Finnbjørn Vang og Hans Hjalti Skaale.
29 telvarar manna landslidsbólkin, almenna bólkin og unglingar. Undan seinasta umfarinum hevur Rúni Tindskarð Jacobsen tryggjað sær FM-heitið fyri unglingar, meðan spenningur framvegis er í landsliðsbólkinum og serliga í almenna bólkinum, har mangt ymiskt kann henda
Telvingin byrjaði klokkan 14, og væntandi verður seinasti leikur leiktur uml. kl. 17.
Jógvan Skorðheim handar steypini vegna Klaksvíkar Kommunu. Øll eru hjartaliga vælkomin framvið.
Úrslit og støður síggjast á www.faroechess.com
Orð og myndir: Dávur Winther









