Seks føroyingar telva í løtuni í kappingum uttanlands. Í Tromsø luttekur IM Helgi Dam Ziska í sterkari opnari kapping við 164 luttakarum. Helgi telvar í Arctic Chess Challenge og hevur hann eftir fyrstu 3 umførini fingið 2 stig og er í løtuni nr. 41.
Í Helsingør luttaka Rógvi Egilstoft Nielsen, Herluf Hansen, Sigurð Justinussen, Heiðrikur Tindskarð Jacobsen og Vagnur Dam í siðbundnu opnu kappingini, Politiken Cup, við heili 292 luttakarum.
Herluf Hansen, úr Tórshavn, hevur higartil verið hin drúgvasti og hevur 3 stig eftir at 4 umfør eru telvd. Herluf er nr. 57 í samlaða feltinum og er hann fremstur í sínum styrkibólki.
Fylgið gongdini á leinkjum á www.faroechess.com