Telva og ganga

Sum nakað nýtt í skránni fyri Tórsfagnaðin á Skálatrøð í morgin verður skipað fyri gongutúrum og telving. Á ein øðrvísi hátt verður høvið hjá teimum, sum leita sær oman á Skálatrøð leygardagin, at taka eitt talv. Ella bara hyggja at, meðan góðir telvarar sýna teirra góðu leikir í talvi.

Frá kl. 12.00-15.00 fara limir úr Havnar Talvfelag at telva úti á Skálatrøð. Høvið verður hjá teimum, ið vitja økið, at taka eitt talv saman við teimum meira professionellu ella í hvussu er skipaðu í Talvfelagnum.

Eisini vera tveir stuttir gongutúrar út frá Skálatrøð leygardagin. Tey, sum siga frá á forvitnisligu túrunum í hesum hugnaliga parti av Havnini, eru Betta Johansen og Haldane Joensen. Bæði kenna tey mest sum hvønn krók í býnum. Skráin fyri báðar túrarnar, sum eru almennir og ókeypis er henda: kl. 11.00 verður gongutúrurin: Skeiva Pakkhús, Mullers Pakkhus, eftir Sigmundargøtu og Grím Kambands gøtu til Lítluvík. Haldane Joensen greiðir frá. Byrjað verður við ?MÁLIÐ? við Lágukai. Hin gongutúrurin kl. 11.00 er: Undirhúsið, Skibsteds Pakkhús, og heim eftir Rektaragøtu. Bette Johansen greiðir frá. Byrjað verður við Nólsoyar Páll

Kl. 13.00 er gongutúrurin: Skeiva Pakkhús, Mullers Pakkhus, eftir Sigmundargøtu og Grím Kambands gøtu til Lítluvík. Haldane Joensen greiðir frá. Byrjað verður við ?MÁLIÐ? við Lágukai. Hin gongutúrurin kl. 13.00: Undirhúsið, Skibsteds Pakkhús, og heim eftir Rektaragøtu. Bette Johansen greiðir frá. Byrjað verður við Nólsoyar Páll.