Telva móti Helga

Leygardagin verður møguleiki hjá talvhugaðum føroyingum at royna seg móti sterkasta telvara okkara

Á Býarbókasavninum í Havn verður møguleiki hjá teimum, ið hava hug, at royna seg móti sterkasta telvaranum, sum føroyingar hava átt.

 

Leygardagin klokkan 13 til 14.30 fer Helgi Dam Ziska nevnliga at royna seg í fjøltalvi – simultantalvi – móti teimum, ið bjóða seg fram. Eftir hetta fer Helgi at greiða frá einum spennandi talvi.