Telva í Klaksvík

Fyrstu leikirnr á stóra talvdegnum verður fluttir klokkan 10

Tað er nógv talvprát í hesum døgum. Rímuligt er tað HM dysturin millum norska Magnus Carlsen og indiska Viswanathan Anand, sum er ovast á dagsskrá. Í morgun eru teir í holtur við sætta talvið, eftir at norðmaðurin í gjár legði seg á odda.

Tað ber til at fylgja talvinum í India á fleiri heimasíðum, eitt nú á vg.no har teir duga væl at viðmerkja og analysera.

Samstundis sum teir telva um HM í India, er stórur talvdagur á skránni heima á landi. Talan er um dupult umfar í liðkappingini. Telvað verður í Skúlanum við Ósánna í Klaksvík, og fyrstu leikirnir verða fluttir nú klokkan 10.

Í triðja umfari nú klokkan 10 hittast liðini soleiðis: Sandavágur – Klaksvík 2, Toftir – Klaksvík 1 og Havnin – Vestmanna.

Í fjórða umfari, sum verður klokkan 16, sær skráin soleiðis út: Klaksvík 2- Vestmanna, Klaksvík 1 – Havnin og Sandavágur – Toftir.

Støðan eftir tvey umfør er henda: Klaksvík 1 6 ½, Sandavágur 5, Havnin 4 ½,  Toftir 3 ½ , Vestmanna 3 og Klaksvík 2 1 ½ stig.