TELTAVÍK og TELTAVÍKSHÓLMUR?!?

TELT: Nú eru nógvar summ­arstevnur (t. d. Fjarð­ar­stevnan, ikki Fjarða-) og onnur summartiltøk.

Í heilum hoyra vit um TELT, bæði munnliga og skrivliga. Vørpini tosa um telt, kunngerðir og lýsingar brúka orðið, telt, og á skelt­um stendur hatta orðið eis­ini skrivað, t.d.: Dansur í teltinum.

Man telt vera komið úr enskum, ella ---??

TJALD: Í øldir hevur tað itið TJALD á føroyskum, stutt, vakurt, snøgt.

TJALDAVÍK og TJALDAVÍKAR­HÓLMUR: Staðanøvn í Suðuroy, søguligt stað. Vónandi fer eingin at siga TELTAVÍK!?!

Góðu tit, øll somul! Brúkið nú tað føroyska orðið, TJALD!!

E.S.: Orki ikki at gera viðmerkingar til SPROKSTRIKUNA í summar, kanska seinni!?!

Gott málsummar!