Telji ikki longur

Hóast dysturin móti Italia ætlandi verður nummar 50 hjá Jákupi á Borg fyri føroyska landsliðið, so heldur hann ikki, at hetta hevur nakað at siga

- Tað merkir ikki so øgiliga nógv hjá mær, at eg raki dyst nummar 50, um eg eri við leygardagin. Tað er kanska meira nakað, sum tú hugsar um aftaná. Tú fært sjálvandi eina gullnál, og tað í sjálvum sær er sjálvandi. Eg vil heldur siga tað so, at tú telur teir fyrstu 25, og so hugsar tú ikki so nógv um tað. Men sjálvandi fert tú at hugsa eitt sindur, tá talið er hálvthundrað. Tað eru so hóast alt nakrir dystir, sigur Jákup á Borg.

Enn kanst tú illa roknast sum nakar gamal spælari. Verður talan eisini um aðrar 50 landsdystir?

- Tað veit eg ikki. Nú byrja skaðarnir spakuliga at koma, so teir kunnu í sjálvum sær gerast ein forðing. Men eg ætli mær so at halda á fram, so leingi sum eg tími og verði úttikin. Og í løtuni er hugurin til landsliðsfótbólt í øllum førum øgiliga góður, sigur Jákup