Teljarar ganga enn hús úr húsi

Ikki øll húski, sum eru við í royndarteljingini, hava

havt vitjan av teljara at taka í móti spurnablaðnum.

Teljiskeiðið varir til 30. november. Royndarteljingin hevur nú vart í eina góða viku, og teir 10 teljararnir hava verið á

gátt hjá einum stórum parti av húskjunum, sum eru við í royndarteljingini. Higartil

er ein góður triðingur av spurnabløðunum fingin innaftur.

Enn eru tó fleiri, sum antin ikki eru rokkin, tá teljarin hevur verið har, ella sum

teljarin ikki er komin til enn.

Hvør teljari hevur millum 130 og 150 húski at vitja. Misjavnt er frá teljiøki til telji-

øki, hvussu skjótt gongur at fáa spurnabløðini innaftur.

Ein trupulleiki hevur verið við útberingini av spurnabløðunum. Fleiri húski høvdu

ikki fingið spurnablað, tá teljarin fyrstu ferð kom á dyrnar. Tey hava nú fingið

spurna blað, og teljarin roynir so at koma aftur til tey. Hetta hevur seinkað innsavn-

ing ini nakað.

Royndarteljingin heldur fram til 30. november. Um øll spurnabløðini ikki eru

fingin innaftur tann dagin, so er mest sannlíkt at royndarteljingin steðgar tá, og

eftirmet ingin byggir á útslitið tann 30. november.

Ein av mongu spurningunum, sum royndarteljingin skal svara, er, hvussu stór

teljiøkini kunnu vera. Teljiøkini eru nú upp í 150 húski.