Telja umaftur í Bagdad

Í Irak er valnevndin farin undir at telja ein part av atkvøðunum frá tjóðartingsvalinum umaftur. Talan er um atkvøðurnar í einum parti av høvuðsstaðnum Bagdad. Tað var sitandi forsætisráðharrin, Nouri Maliki, sum kravdi, at valnevndin skuldi telja atkvøðurnar umaftur.

Andstøðan við Iyad Allawi á odda vann valið, sum var fyri tveimum mánaðum síðani. Men Nouri Malliki vildi ikki góðkenna úrslitið og kravdi, at atkvøðurnar í einum valdømi í Bagdad skuldu teljast av nýggjum.

Tvær milliónir atkvøður skulu teljast umaftur, og BBC sigur, at umteljingin kann kann gera av, hvør skal skipa ta næstu stjórnina í Irak.