Telja ikki Heina við longur

Heini O. Heinesen er ein out­sid­ari í Tjóðveldi. Hann tel­ur ikki við. Hóast Tjóð­veldi hev­ur átta ting­fólk, so telja bara sjey teirra við. Hetta segði Høgni Hoy­dal eftir ting­fund­in í gjár, tá Heini O. Hein­e­sen bjargaði sam­gong­uni.

Sjálvur sigur Heini O. Heinesen, at hann er ósamdur við sín egna flokk. Hann trýr ikki upp­á, at vit kunnu re­g­u­lera veiðitrýstið á henda hátt, tí flotin má minka eftir bú­skap­ar­lig­um for­treyt­um, sig­ur hann.

Tjóðveldi hevur annars á lands­fundi einmælt samtykt fisk­i­vinn­u­pol­i­tikk­in, sum tey sjey standa fyri, og tí við­ganga tey sjey tjóð­veld­is­ting­fólk­ini, at Heini O. Hein­e­sen, sum gong­ur í­móti ein­um heilum flokki, er eitt pro­blem.

Í Degi og viku í gjár­kvøld­ið segði Høgni Hoydal, at tað langt síðani hevur fing­ið avleiðingar, at Heini O. Hein­e­sen gongur ímóti flokk­i­num.

- Hetta kostaði CHE sam­gong­uni lív­ið, og hetta bjarg­aði kanska sitandi sam­gongu. Men Heini O. Hein­e­sen telur ikki við long­ur, tað vita øll, so tað var ikki trup­ul­leik­in í dag, segði hann.
Høgni Hoydal heldur tí, at stóri trupulleikin í ting­in­u­­m í gjár var, at Sjálv­stýr­is­flokk­ur­in atkvøddi saman við sam­gonguni - og harvið bjarg­aði samgonguni.